Børnini eru vælkomin í sunnudagsskúla kl. 12 sunnudagin, tann 29. august, og eisini hvønn sunnudag frameftir.

Vanliga eru møti og sunnudagsskúlin hvør sær, men hendan sunnudagin byrja vit við eini ordiliga góðari sangløtu saman við teimum vaksnu í stóra salinum. Síðani fara børnini upp í sunnudagsskúlahølini til undirvísing.

Aftaná sunnudagsskúlan fáa børnini smyrjibreyð.