SummarLívd

Summarlívd í Lívdini, leygardagin 27. august 2022

Eitt nýtt hálvár er byrjað, við øllum tí sum hoyrir til. Fólkaskúlar, stovnar og samkomur eru byrjaði aftur. Nógv nýggj andlit eru at síggja í miðstaðarøkinum, bæði ungfólk ið eru komin aðrastaðni frá at nema sær hægri lesnað og nýggjar familjur fluttar til miðstaðarøkið ella heimaftur til Føroyar. Nýggjar avbjóðingar, nýggj lívsleið, nýggj vinfólk, nýggjar tíðir.

Nýggjar tíðir – Nýggir møguleikar

Kom á gátt í okkara nýggja bygningi við Vegin Langa í Hoyvík, og møt øllum hesum lættlyntu fólkunum sum hoyra til Lívdina og hava dagliga gongd her. Kom og uppliv okkara nógvu tænastur og framúr blídni.

Hetta er eitt gott høvi hjá børnum at spæla saman, og øllum at eta, práta, lurta, flenna og prísa saman. Dagurin verður pakkaður við øllum møguligum fyri okkum øll í øllum aldrum.

Vit í Lívdini ynskja at bjóða tær, tíni familju og øllum tínum vinfólkum vælkomin til ein dag har vit øll kunnu møtast og hugna okkum saman í Lívdini og á økinum rundanum.

Lat okkum øll seta hendan dag av til hesa nýggju byrjan.