Góður tokki – hvat er tað?
Hóast hetta eru væl kend orð, so eru kanska nógv, ið ikki hava givið sær far um hvat hesi orð merkja.
Tá ið himmalsku herskararnir vístu seg fyri hirðunum á markini, at bera teimum boðini at her var hent nakað heilt serstakt, so søgdu teir hesi orð:
„Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!“
Tokki er ikki eitt heilt vanligt orð longur, hóast nokkso nógv brúkt í Bíbliuni. Sprotin sigur okkum at orðið merkir “kærleiki, yndi, góðska, vælvild”. Tað merkir sostatt “í menniskjum góður kærleiki”. Ella við øðrum orðum, “menniskjan er nú elskulig”.
Av øllum sum himmalski herskarin kundi havt sagt, hví siga teir júst hesi orð? Hvat meina teir við at nú er friður á jørðini? Og hví siga teir at nú er í menniskjum góður tokki? Jú, tað er tí at teir nú í hesi stund hava gjøgnumskoðað frelsuverkið hjá Gudi, skaparanum. Og tí bresta einglarnir útúr, og mugu rópa hetta út út í himmalrúmið.
Heilt tíðliga í heimssøguni, beint eftir at menniskjan hevur vent Gudi bakið, og sagt, “nei, takk” til at liva í samfelagi við sín skapara, lovar Gud, Harrin, Skaparin, at “Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni!..” (1. Mós. 6,3) Og her kemur svarið, kunngjørt av einglunum. Her er útrætta hondin, friðarsáttmálin sum Gud bjóðar, við friði millum Gud og menniskju. “Friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!”
Friðurin kom ikki á jørð soleiðis sum vit kanska í fyrstu syftu halda. Tað síggja vit jú í roynd og veru, at friður hevur ongantíð verið millum menniskju, og kemur heldur ikki at vera. Men nei, nú hava vit, íbúgvar á jørðini, møguleika at fáa frið við Gud, Skaparin.
Einglarnir søgdu eisini “Í menniskjum góður tokki”, ikki “millum menniskju góður tokki”. Ella við øðrum orðum “menniskjan er nú elskulig”. Tí nú er eisini møguleiki hjá Gudi at elska okkum. Nú er møguleikin komin, at Gud kann hava tokka til okkara. Hvussu hongur tað saman? Jú, við at taka ímóti frelsaranum, so vil Gud síggja okkum ígjøgnum Hann, og soleiðis kunnu vit verða Gudi tokkalig.
Í mær er góður tokki. Eg eri elskuligur. Gud elskar meg, tí hann sær meg ígjøgnum Son sín, Jesus Kristus, sum varð føddur til jarðar at doyggja fyri meg, og átaka sær mítt skuldarbræv. Tí er í mær góður tokki. Ikki tí at eg barasta eri so elskuligur. Tað er orsakað av fødda frelsaranum. Og tað er vert at gera við hendan boðskap sum Maria gjørdi. Hon legði sær hetta í minni og grundaði á tað í hjarta sínum (Luk. 2,19).
Himmalin stóð at bresta við spenningi, tá ið hendan í heimssøguni absolutt serstaka hendingin fer fram, at Gud, skapari Himins og Jarðar, letur seg í ein menniskjakropp og letur seg føða. Einglarnir síggja hvussu stórt hetta er, og bresta útúr í berari lovprísan. Nógv menniskju hava tíverri ringt við at síggja tað stórbæra í hesi løtu. Vit eru tó enn so heppin, at vit liva í einum landi, har ið vit á hvørjum ári í einari høgtíð verða mint á hetta stóra undur. At Gud skaparin, boyggir seg niður og kemur til mannaættina at liva eina løtu saman við okkum og geva sítt lív fyri okkum. Og at hetta minnir okkum á friðarsáttmálan, ið Gud, Harrin, Skaparin bjóðar okkum. Hondin er útrætt enn.
Gleðilig jól og dýrd veri Gud á hæddini fyri at Hann á jólum gjørdi menniskjuna elskuliga.
RH