Kvinnubønarbólkurin møtist síðsta leygardag í mánaðinum, heima hjá eini kvinnu í samkomuni. Kvinnubønarbólkurin er ein opin bólkur, og allar kvinnur, sum hava hug at koma, yngri sum eldri, eru hjartaliga vælkomnar við. Vit byrja við morgundrekka. Hesuferð, 22. februar, verður kvinnubønarbólkurin kl. 10 heima hjá Olgu Rasmussen, undir Heygnum 6. Hjartaliga vælkomnar!
Á morgunmøtinum lovsyngja vit saman, bróta breyðið og drekka av víninum til minnis um Harran og biðja. Hetta er ein løta fyri børn, ung og vaksin at finna hvíld og frið í nærveru Guds. Les meira um sunnudagar í Lívdini her: SUNNUDAGAR Í LÍVDINI