Yngra barnakórið til og við 7 ár venur hósdag klokkan 16.30 Eldra barnakórið 8 ár og eldri venur hósdag klokkan 17.00
UngLív er fyri øll ung, sum ganga í 5. flokk og uppeftir. Vit møtast til góða samveru, drekkamunn, spøl og andaligt innihald. Fríggjakvøldini ynskja vit at skapa góðar og tryggar rammur fyri tey ungu, har tey kenna seg væl og tíma at vera. Tey ungu hava nógvar møguleikar í dag og nógv at fara til, […]
Ung í Lívdini skipa fyri ungdómsmøtinum ALIVE annaðhvørt leygarkvøld kl. 21. Kvøldið er fylt við góðum lovsangi, vitnisburði, talu o.ø. og endar altíð við einum góðum drekkamunni. Fylg Ung í lívdini á sosialu miðlunum her: instagram.com - ungilivdiniEisini er ein privatur FB bólkur her:
Á morgunmøtinum lovsyngja vit saman, bróta breyðið og drekka av víninum til minnis um Harran og biðja. Hetta er ein løta fyri børn, ung og vaksin at finna hvíld og frið í nærveru Guds. Les meira um sunnudagar í Lívdini her: SUNNUDAGAR Í LÍVDINI
Í Lívdini bjóða vit øllum børnum vælkomnum, og vit ynskja, tey skulu uppliva, at tey eru virðismett og elskað! Sunnudagsskúlin byrjar í stóra salinum við eini góðari sangløtu. Tey vaksnu eru vælkomin við hesa løtuna, men sangurin er til børnini. Tá sangløtan er liðug, fara børnini upp á til undirvísing, spøl, ítriv og drekka. Til […]
Á møtinum syngja vit saman og hoyra ena talu. Av og á er ein stuttur vitnisburður, eitt lítið prát ella ein sangframførsla. Vit ynskja, at okkara sunnudagsmøti skulu vera fyri øll, ung sum gomul. Les meria um tað sum er á skrá sunnudagar her: SUNNUDAGAR Í LÍVDINI