Loading Events
22.
mai.
Útvalt tiltak
kl. 19:00 - 22:00
Lívdin við Vegin Langa 11

Sunnukvøldið 22. mai kl. 19.00, fara vit aftur at syngja í Lívdini.

“SYNG!” tiltakið, var roynt fyrstu ferð í mars í ár. Og tað má sigast at hetta var ótrúliga væleydnað. Afturmeldingar hava verið einastandandi og fólk hava spurt nógv eftir at fáa hetta aftur á skrá sum skjótast. Og tað gera vit nú 22. mai. kl. 19.00.

Tað einasta tú skalt gera, er at møta upp og hava tín sang ella yndissang kláran, ella ein sang sum tær hevur longst eftir at hoyra. Um tú ikki hevur tað, so deila vit Nýggju Sangbók Guds Fólks út, sum íblástur. Tú er vælkomin at syngja fyri, um tú ynskir tað. Tú ert eisini vælkomin at deila við okkum, hví tú hevur valt akkurát hendan sangin. Ella bara deila eitt orð við okkum.

Rúni Højgaard er vertur, og tekur ímóti tínum ynski. Og saman við væluppløgdum húsaorkestri og sangarum, lofta vit tínum ynski og síðan stemma vit øll í!

Soleiðis halda vit áfram til Laila Rajani sigur til… men sjálvandi verður ein steðgur til prát og ábit.

Kom við á hesa ferð, har vit ung sum gomul, saman leita inn í okkara ríka sangskatt.

Minst til at hita røddina væl upp áðrenn og gleða vit okkum at síggja teg sunnukvøldið 22. mai kl. 19.00.