Í Lívdini bjóða vit øllum børnum vælkomnum, og vit ynskja, tey skulu uppliva, at tey eru virðismett og elskað!
Sunnudagsskúlin byrjar í stóra salinum við eini góðari sangløtu. Tey vaksnu eru vælkomin við hesa løtuna, men sangurin er til børnini.
Tá sangløtan er liðug, fara børnini upp á til undirvísing, spøl, ítriv og drekka. Til undirvísingina eru tey deild upp eftir aldri.
Sunnudagsskúlin endar kl. 13:15 og tá eru foreldur vælkomin at avheinta børnini. Tey børnini, sum hava avvarðandi inni á møtinum, kunnu vera eftir í sunnudagsskúlanum ella fara inn á møti til síni avvarðandi.
Les meira um okkara sunnudagar her: SUNNUDAGAR Í LÍVDINI