Loading Events
19.
okt.
Útvalt tiltak
kl. 10:00 - 12:00
Lívdin við Vegin Langa 11

Pjátran

Pjátran

Ein sang- og hugnaløta fyri foreldur og smábørn.

Dato: 5., 19. og 26. oktobur, 2., 9., 16., 23. og 30. novembur.

Melda til her

Byrjað verður við eini sangløtu. Gjøgnum tónleik, rím, rørslur og rútmur fær barnið sansastimbrandi upplivingar í tí góða samspælinum við foreldrini. Við nøkrum sangum og føstum bønum bjóða vit eisini børnum og foreldrum at venda sær til Gud og gleðast um tað lív, Hann hevur givið okkum. Aftan á sangløtuna bjóða vit ein bita, og møguleiki er hjá børnunum at spæla

Tiltakið er ókeypis. Tó er gott um tit hava 20 kr. við fyri matin. Ein bússa stendur frammi til tað.

Hjartaliga vælkomin!

Kontaktpersónur:

Synnøve av Rana (tel.: 503501)

 

Her er ein leinkja til ein bólk inni á forritinum Planning Centre, sum samkoman Lívdin er farin at brúka. Í bólkinum ber til at finna faldaran við sangum og nakrar ljóðfílar. Eisini fara vit, at senda tykkum eina áminning áðrenn Pjátran er, gjøgnum bólkin. Tað verður eisini munandi lættari hjá okkum at samskifta við tykkum, um tørvur er á tí.