Christmas Child

Góða samkoma

Aftur í ár sleppa vit at vera við til at geva jólagávur til børn í Moldova.

Tú kanst geva eina gávu til eitt barn, ið ikki eigur nógv og kanska ongantíð áður hevur fingið eina gávu. Fyll eina skógvaerskju við leikum, skúlatilfari, eini tannbust, eini húgvu og øðrum.

Sunnudagin 25. oktober 2020 taka vit ímóti skógvaeskjum í Lívdini.

Á heimasíðuni christmaschild.fo kanst tú lesa meir um hetta tiltakið, og har finnur tú eisini kunning um, hvat kann leggjast í eskjuna og hvat ikki skal í.