Skapanarverkið
6. januar 2019
Sangir
Hvør skapti blómurnar
Hann gjørdi stjørnurnar og havið, bylgjurnar
Hvørja ferð eg síggi stjørnurnar
Mín Gud er so stórur
Máni og sól
Gud hvønn ein smáfugl hevur skapt
Um eg var ein firvaldur
Minnisvers
1. Mos 1:27
So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Bíbliutekstur
1. Mós 2:4 – 2:25
Undirvísing
Dentur á at skapanarverkið er givið okkum at njóta av, at varðveita og at granska.
Njóta
Skapanarverkið er ríkt og gott, og gagnligt hjá okkum menniskjum.
Varðveita
Menniskja er Guds samstarvsfelagi og menniskja hevur fingið ábyrgd av skapanarverkinum.
Granska
Nakað av tí fyrsta, Gud setti Ádam at gera, var at geva øllum djórunum, fiskunum, fuglunum og plantunum nøvn. Nøvn hava stóran týdning, tí tey skulu siga nakað um karakter ella eyðkenni. Eitt veldigt arbeiði, sum heilt sikkurt hevur inniborið bæði gransking og observasjón av djórunum/fiskunum/fuglunum og plantunum, kategorisering av ymiskum sløgum o.s.fr.
Hugskot
Hvusssu gera vit?
Tosa við børnini um hvussu vit njóta skapanarverkið, hvussu vit varðveita tað og hvussu vit granska tað. Hvat gert tú sjálv/ur og hvat gera børnini?
Nøkur hugskot:
Njóta skapanarverkið
- Gongutúrar
- Matur og drekka
- Kelidjór
- Fiska
- Taka myndir
- Samla uppá pinnar/steinar/skeljar
- Planta blómur í havanum
- Tjalda
- Svimja
Varðveita skapanarverkinum
- Koyra skrell í skrell.
- Vera góð við dýr, fuglar, fisk og plantar.
- Minka um dálking:
– taka bussin, ella súkla í staðin fyri at blíva koyrd
– sløkka ljósið í rúminum, tá eg fari út - Mata fuglarnar um veturin, tá ringt er at finna mat hjá teimum
Granska skapanarverkið
- Hyggja eftir fuglum/djórum/plantum í haganum.
- Lesa bøkur um føroyska djóra-/fugla-/fiska- og plantulívið, síðani fara út í náttúruna at leita eftir tí, ein hevur lisið um.
- Lesa um og hyggja at náttúruhendingum, sum ælaboganum, stjørnuskotum, gosfjøllum, norðlýsinum o.s.fr.
- Hyggja eftir stjørnunum og læra seg nøvn á ymiskum stjørnumyndum.
- Gera habitat til eitt insekt í eini glaskrukku ella líknandi, og síggja heilt tætt uppá, hvussu tað sær út.
Tak okkurt við tær, sum ímyndar okkurt, sum tú gert í hvørji kategori. Til dømis, um tær dámar at drekka te, tak títt favorittkrúss við. Um tær dámar at ganga túrar, tak tínar stúvlar við. Um tú plagar at súkla, tak tínum hjálm við. Um tú plagar at hyggja eftir fuglum, tak eina fuglabók við.
Ítriv og spøl
Rosinuhjarta
Ger mat til fuglarnar
Tilfar:
Stáltráð
Rosinir
Band
Grashøvd
Sáa eitt grashøvd.
Tilfar:
– glaskrukku / avskorin plastfløsku
– grasfræ
– mold
– vatn
– eygu/nøs/munn at klistra á
Órógv
Ger ein áminningar-órogv, við jørðini og fimm ting, vit kunnu minnast til í gerandisdegnum fyri at varðveita hana.
Jørðin kann klippast út úr bláum pappi, og teknast við grønum oljukritum.
Hjørtini kann klippast úr reyðum pappi, og skrivast á við hvítum oljukritum.