Fyribyrgjan av ágangi

Hesar leiðreglur eru gjørdar fyri:

  • At verja okkara børn og ungu fyri ágangi
  • At tænastufólk ikki verða órættvíst ákærd fyri ágang
  • At tænastufólk ikki koma í støður, har lætt er at koma barni ov nær

Ágangur kann vera likamligur og sjónligur. Men ágangur kann eisini vera duldur, tá talan er um sálarligan, kynsligan ella andaligan ágang. Ágangur av øllum slagi er niðurbrótandi.

Tískil hava vit orðað nakrar leiðreglur, sum vit javnan gera vart við, soleiðis at vit alla tíðina arbeiða fyribyrgjandi. Og um vit renna okkum í trupulleikar, so hava vit leiðreglurnar, sum vit kunnu handla útfrá.