Samkoman Lívdin hevur eina stuðulstænastu, ið stuðlar fíggjarliga sperdum støkum uppihaldarum, og allir stakir uppihaldarar kunnu søkja um stuðul haðani.
Fyri at viðgera umsóknirnar krevst, at yvirlit yvir fastar útreiðslur, yvirlit frá Taks yvir lønarinntøkuna seinasta árið og ognaruppgerð frá undanfarna ári verður send tænastubólkinum.
Øll áhugað vera biðin um at senda teldubræv til linni@livdin.fo fyri at fáa fleiri upplýsingar, áðrenn umsóknir og neyðug skjøl vera fingin til vega.
