Sunnudagsskúlin í Føroyum 140 ár

Grein eftir Lillian B. Poulsen
2. des. 2020

Skipað sunnudagsskúlaarbeiði tók seg upp í Onglandi í 1780. Hetta arbeiði breiddi seg síðani kring allan heimin. Í ár eru tað júst 140 ár liðin síðan, sunnudagsskúlin byrjaði í Føroyum á fyrsta sinni. Tað er sunnudagsskúlin í Ebenezer, sum er hin elsti sunnudagsskúlin í landinum.

Børn fara sunnudagsskúlaútferð

Sunnudagsskúlin byrjaði í 1880 í salinum við Tinghúsvegin, sum vit síggja avmyndaðan ovast í greinini, har William G. Sloan stendur framanfyri húsini. Í 1905 bleiv sunnudagsskúlin fluttur oman í Ebenezer. Áðrenn Sloans hús var bygt í 1879  hevði Sloan tað fyri at samla børnini rundan um seg góðveðursdagar at syngja saman við teimum og fortelja teimum um Jesus. So man kann siga, at hann byrjaði við sunnudagsskúlanum enntá áðrenn 1880.

Teir fyrstu sunnudagsskúlalærararnir vóru William G. Sloan og Andreas Isaksen, eisini kallaður Dia í Geil og nakað seinni kom Hans Joensen afturat.

Tá í tíðini vóru mong fólk, sum ikki dugdu at síggja hvat tað hevði uppá seg at lata børnini fara í sunnudagsskúla. Tey hildu, at tað mátti verða nóg mikið, at tey vóru í skúla gerandisdagar, um tey nú eisini skuldu í skúla sunnudagar. 

Fyrsti sunnudagsskúlin hjá Heimamissiónini bleiv stovnaður 12 ár seinni, nemliga í 1892 av Jákupi Dahl, keypmanni á Gørðunum í Vági.

Vit vita í dag, at sunnudagsskúlaarbeiði kann illa metast ov høgt. Tað eru so ómetaliga nógvar fruktir av sunnudagsskúlaarbeiðinum. Barnasinnið er lætt at ávirka, og tað, ið vit kunnu læra hin unga, gloymir hann ikki, tá hann verður eldri. Tí er tað ein sera stór og virðismikil ábyrgd at arbeiða ímillum børnini. At framseta Jesus Kristus soleiðis fyri teimum, at tey vilja taka móti Honum í trúgv og yvirgeva seg til Hansara á ungum árum.  

Í Lívdini var fyrsti sunnudagsskúlin sunnudagin 2. Februar 2003, tvs. hálvt annað ár eftir, at samkoman Lívdin var byrjað. Í ár flutti sunnudagsskúlin so inn í Lívdina við Vegin Langa og tað eru vit sera takksom fyri. Hvønn sunnudag syngja vit, hoyra søgu og spæla spøl saman við børnunum. Vanliga er sunnudagsskúlin samstundis sum møtið er, men nú orsaka av koronu og tilmælum er sunnudagsskúlin fyri seg sjálvan.

Øll eru hjartaliga vælkomin í sunnudagsskúla í Lívdini sunnudagar klokkan 13.00 við Vegin Langa.