Stuðla Regin og Heidi

Í sambandi við at Heidi og Regin Guttesen, saman við trimum av børnunum, Trisha, Megan og Emma, koma at verða Føroyum frá juli til desember, so hava tey tørv á einum bústaði. Høvuðsendamálið við at verða heima er fyri at tey kunnu vera saman við Ragnfríð, mammu Regin, sum hevur fingið álvarsliga sjúku.

Tað hevur eydnast at funnið eini hús at leiga til teirra, og tí verður leitað eftir stuðlum, sum kunnu gera tað møguligt hjá Heidi og Regin og børnunum at hava eitt stað at búgva meðan tey eru í Føroyum. Tørvurin er 15 tús kr um mánaðin í 6 mánaðir. Tørvur er tí á at øll, ung sum gomul, umhugsa um tað ber til at stuðla við 100 kr um mánaðin í hesum avmarkaða tíðarskeiði.

(Møguleiki er eisini at stuðla við hægri upphædd)