Nú nærkast innflytingin í bygningin, og eru vit øll sera spent.
Fíggjarliga støðan er hon, at vit við verandi fíggjarorku bert akkurát megna at fáa bygningin lidnan.
Um vit skulu taka bygningin í nýtslu, er neyðugt við stólum, og flestu stólar hava leveringstíð uppá nakrar mánaðir.
Enn er ikki avgjørt, hvørjar stólar vit fara at keypa. Hugsanin er at keypa stólar í góðari góðsku, sum kunnu brúkast í fleiri ára tíggju. Ein slíkur stólur kostar umleið 1.900 kr. Vit ynskja tískil at geva samkomuni møguleika at stuðla við einum, tveimum, trimum ella fleiri stólum, soleiðis at vit vónandi kunnu bíleggja stólar skjótt.
Fyri at kunna brúka salin, verður mett, at vit skulu brúka áleið 400 stólar.
Til ber at gjalda við at trýsta á leinkið niðanfyri ella við at flyta pening beinleiðis á konto: 6460 6124137. Við bankaflyting er umráðandi at viðmerkja “Til stólar” á flytingini.