NÆRRI - Hjúnalega 15. - 17. februar, á Zarepta.

 
Vit gleða okkum til eitt vikuskifti við áfylling til anda, sál og likam. Bíbliutímar, lovsongur, bøn, hugni, góðar máltíðir, gongutúrur, skemt og flenn, góðar samrøður, nærvera og nærleiki.

Andrew og Sara Berghamar vera saman við okkum alt vikuskiftið. Tey fara at halda bíbliutímar fyri okkum um evnið 'Nærri', og at luta við okkum frá teirra royndum, um hvussu vit kunnu liva nærri Gudi og nærri hvør øðrum í hjúnalagi.

Tað er avmarkað pláss.

Tilmeldingin byrjar her, mikukvøldið 23. januar kl 18. Legugjaldið er 1200 kr fyri hjún.

 

Bygningur