Synnøve av Rana


Notice: Undefined property: Joomla\CMS\Object\CMSObject::$description in /home/livdin5/public_html/templates/shaper_corporex/html/com_k2/templates/default/user.php on line 66

Eftir 18 ár sum samkomuleiðari í Lívdini fer Jógvan Zachariassen í farloyvi frá samkomuni hálva tíð. Í hesum sambandi fór Jógvan úr samkomuleiðsluni tann 16. mai 2019, og frá 1. september 2019 fer hann í hálvtíðarstarv í eitt ár. Uppgávan hjá Jógvani í Lívdini hetta komandi árið verður mest sum talari og undirvísari og ikki sum samkomuleiðari og elsti.

 

Ætlanin er, at Jógvan kemur aftur í samkomuleiðsluna og fulltíðarstarv sum samkomuleiðari í august/september 2020, tá ið samkoman er á gáttini at flyta inn í nýggja bygningin.

 

Jógvan hevur fingið bjóðað hálvtíðarstarv hjá Billy Graham Evangelistic Association (BGEA) og fer at arbeiða í Onglandi hesa tíðina. Tað merkir, at hann verður burtur í 14 dagar hvønn mánað komandi 12-14 mánaðirnar.

 

Billy Graham hevði sína fyrstu møtirøð í Onglandi fyri 65 árum síðani, og í hesum sambandi fer sonur hansara, Franklin Graham, at hava eina stóra møtirøð í Onglandi, sum verður kallað UK2020, har hann fer at vitja einar 10 býir, har stórmøti skulu vera.

 

BGEA hevur sett tveir leiðarar at leiða arbeiðið í hvørjum býi, og Jógvan er settur saman við einum øðrum at leiða fyrireikingararbeiðið í Cardiff í Wales.

 

Vit gleðast um, at Jógvan hevur fingið eitt so spennandi og mennandi starv komandi árið og fara at heita á samkomuna um at biðja fyri honum og stóra UK2020 tiltakinum. Vit biðja eisini, at uppgávan hjá Jógvani í Lívdini framvegis skal vera til stóra signing, og at tær uppgávurnar, sum Jógvan nú leggur frá sær, verða lagdar á aðrar herðar, sum megna at bera uppgávurnar væl.

 

 

Vinarliga

 

Leiðslan í Lívdini

Tagged under

Bygningur