Møti við frásøgu frá tí afturlatna Norðurkorea

Lækni og aðalskrivari, Kim Hartzner greiður frá, um akuttu matvøru neyðina í Norðurkorea, á møtinum í Livdini sunnudagin

 

-10 Milliónir Norðurkoeanarir líða undir føðslutroti. 55.000 børn hava so akutt føðslutrot, at tey kunnu doyggja av tí minstu smittuni ella brunanum. Í løtuni manglar Norðurkorea 1,4 milliónir tons av mati. Teimum tørva hjálp nú.

Hetta fortelur Kim Hartzner, sum bæði er lækni og aðalskrivari hjá hjálparfelagsskapinum Mission Øst. Hann kemur at taka lut á møtinum í Samkomuni Lívdini, i Hoyvíkar skúla, sunnudagin 17. marts kl. 11.00.

 

Kim Hartzner hevur vitja Norðurkorea átta ferðir í alt, fyri at hava eftirlit við menningar verkætlanum hjá felagskapinum. Á møtinum greiður Kim frá, hansara seinastu vitjan, har hann staðfesti, at mais skurðurin hevur verið út av lagi vánaligur og fer at økja um matvøru neyðina.  

Eitt hálvt ár seinni, bað Norðurkorea ST og heimssamfelagið um 1,4 milliónir tons av mati. Mission Øst sendir nú mat og kost ískoyti til fyribils 10.000 børn í dagstovnum. Tí um Norðurkoera ikki fær hjálp nú, so bíðar sama vanlukka, sum var í 2012, greiður Kim Hartzner frá:

- Tá vitjaði eg barnaheim, har børn ikki vóru ment, sum tey skulu, orsaka av væntandi proteinum. Búkar teirra vóru útspílaðir, tey mistu hár, og tey vóru so veik, at tey næstan ikki kláraðu at standa uppreist.  

 

Mission Øst sendi tá kost ískoyti, sum mineralir, proteinir og vitaminir til 50.000 børn á Norðurkoreanskum barnaheimum, barnasjúkrahúsum og barnagørðum.

Tær 25 milliónir Íbúgvarnir í Norðurkorea, hava síðan miðskeiðis í nýtiárunum, stríðst við árinini av búskaparligum skrædli og fleiri náttúruvanlukkum. Hetta førdi til útbreiðslu av hungursneyð, sum tá tók lívið av áleið eini millión Norðurkoreanum.

Mission Øst hevur hjálpt íbúgvunum síðan 2011, og eru í dag av fullum huga við til, at menna eitt nú landbúnaðin, vatn veiting og endurbygging eftir vatnflóðum.

 

Les meira um arbeiði hja Mission Øst á https://missioneast.org/countries/nordkorea

Last modified on Thursday, 14 Mars 2019 13:41
More in this category: « Lívdin á youtube

Bygningur