Jógvan Zachariassen

Jógvan Zachariassen er pastorur í samkomuni Lívdin í Hoyvík, har hann komandi vikurnar talar um evnið “Líknilsir Jesusar”. Í tí sambandi fer Jógvan at blogga her á Portalinum. Hetta eru sonevndar minibloggur við høvuðs-boðskapinum úr einum líknilsi. 

Í november 2013 gav Jógvan út bókina FRÆLSI, sum er ein røð av bloggum um frælsisboðskapin í Galatiabrævinum. Í juli 2014 gav Jógvan út bókina AT ELSKA OG LIVA. Bøkurnar fáast í bókahandlunum.

Nýtt vín má ikki fara í gamlar skinnsekkir. Tað visti ein og hvør víngarðsmaður á Jesusar døgum. Skinnsekkir vóru gjørdir úr oksa- ella geitaskinni og eftir drúgva nýtslu turkaðust teir upp og kláraðu ikki at halda nýggjum víni, sum enn fermenteraðist og búnaðist. Úrslitið varð, at bæði skinnsekkirnir og nýggja víni fóru fyri skeyti. Tí skuldi nýtt vín í nýggjar skinnsekkir.

Hetta er líknilsið, sum Jesus nýtir um seg sjálvan í Lukas 5:37-39. Hann sigur við fordómsfullu jødarnar, at eingin samanrenning er millum gamlan siðbundnan jødadóm og nýggja frælsisevangeliið, sum hann boðar. Jesus sigur tað sama við okkum í dag. Hann fer ongantíð at laga seg eftir okkara fordómum, persónligu meiningum, kirkjuligum tradisjónum, samkomuformum ella religiøsu siðvenjum. Hann kemur altíð við einum frískum frælsisvindi av nýggjum avbjóðingum og møguleikum, og einki menniskjasmíðað kervi kemur nakrantíð at rúma honum. Ikki fyrr enn vit sjálvi eru opin fyri at rúma honum, kann nakar møguleiki vera fyri at njóta smakkin av góða víninum, ið hann ynskir at oysa inn í lív okkara.

Tagged under

 

Hugsa tær, at tú fekk óvæntaðar gestir seint eitt kvøldi, men átti einki breyð at seta á borðið. Tað einasta at gera var at leita til grannan, banka á dyrnar og biðja hann lána tær breyð. Men hugsa tær, at grannin segði nei og bað teg sleppa tær burtur! 

Í líknilsinum í Lukas 11:5-10 sigur Jesus, at hetta var óhugsandi í jødiskari mentan! Sjálvsagt fór grannin upp og gav honum breyð. Tí tá ein gestur kom á vitjan, var hann gestur í øllum grannalagnum. Og ein, sum ikki vísti gestablídni, voldi bæði sær sjálvum og grannalagnum skomm. Og tað vildi eingin hava sitandi á sær.

Jesus sigur: Hugsa tær, at tú fer til Gud og biður um hjálp til at signa onnur, og hann so bað teg sleppa tær burtur! Tað er óhugsandi! Tí sigur Jesus: Bið, leita, og banka! Lat Gud kenna tínar tørvir, leita tær vísdóm frá honum og kom inn í inniligt samfelag við hann. Halt á við at gera tað! Ikki sum ein, ið troyttar Gud. Men sum ein, ið veit, at Gud fer at svara og geva tær sítt besta - fyri síns egna navns skuld!

Tagged under

 

Vit byggja øll - veri tað umdømi, útbúgving, karrieru ella familju. Onkuntíð alt í senn. Í líknilsinum um tveir menn, sum bygdu sær hús (Lukas 6:46-49), lærir Jesus, at avgerðandi er ikki hvat tú byggir, men hvussu tú byggir, og hvat tú byggir á!

Báðir bygdu. Báðir lærdu hjá sama meistara. Báðir fluttu inn í hús síni. Báðir møttu storminum. Men munur var á muruni í monnunum báðum. Annar fór gjøgnum stríðið og kostnaðin av at byggja nakað, sum vardi við. Hin skundaði sær at byggja nakað, sum sá gott út. Annar bygdi á hellu og legði eina góða grund. Hin bygdi á sand uttan nakra grund. Úrslitið aftan á stormin var, at annað húsið stóð, men hitt fall!

Líknilsið spyr okkum: Hvussu byggir tú? Og hvat byggir tú á? Bygg á klettin Kristus.

Tagged under

 

Hugsa um ein persón, tær ikki dámar. Spyr síðani teg sjálvan: Hvat gott hevur hann gjørt, og hvussu kann eg verða honum meiri líkur? Kann eg menna eitt hjartalag, sum sjálvboðið hjálpur einum tørvandi, óansæð um tað er uppiborið ella ei? Megni eg at handla uttan at lata kostnaðin og avleiðingarnar forða mær? Og eri eg djarvur nokk at handla, hóast hjálpin kann blíva misnýtt og misskilt?

Hetta er avbjóðingin, Jesus gevur í líknilsinum um miskunnsama samverjan í Lukas 10:25-37. Jesus sigur: Lær av fyrimyndini hjá einum, tær ikki dámar. Spyr ikki, hvør tín næsti er. Spyr heldur, hvørjum tú ert ein næsti. Ein tørvandi í tínum lívið, ið tú kann vera til hjálp - óansæð hvussu ólík tit eru. Veit hjálpina!

Tagged under

Bygningur