Jógvan Zachariassen

Jógvan Zachariassen er pastorur í samkomuni Lívdin í Hoyvík, har hann komandi vikurnar talar um evnið “Líknilsir Jesusar”. Í tí sambandi fer Jógvan at blogga her á Portalinum. Hetta eru sonevndar minibloggur við høvuðs-boðskapinum úr einum líknilsi. 

Í november 2013 gav Jógvan út bókina FRÆLSI, sum er ein røð av bloggum um frælsisboðskapin í Galatiabrævinum. Í juli 2014 gav Jógvan út bókina AT ELSKA OG LIVA. Bøkurnar fáast í bókahandlunum.

Vit kristnu samkomu- og kirkjufólk misskilja tíverri mangan týdningin av "andaligari" framgongd og vøkstri. Ofta meta vit hvør annan eftir, hvussu nógv fólk koma til gudstænastur okkara, hvussu stórir og glæsiligir bygningar okkara eru, og hvussu stóra ávirkan vit hava á land og fólk.

Í líknilsinum um sinnopskornið í Lukas 13:10-19 tosar Jesus um eitt lítið fræ, sum veksur til eitt stórt træ, og sum gevur øðrum lív og lívd. Jesus sigur líknilsið í sambandi við, at hann finst harðliga at teimum, sum forðaðu eini sjúkari kvinnu at leita sær hjálp, bara tí tað ikki hóskaði til teirra religiøsu siðvenju. Jesus ger púra greitt, at vit eiga at gerast alt meiri elskandi, rúmligari og meiri halgað teimum, sum ikki hava eina rødd og ikki orka gerandisdagin. Og at vit ikki mugu lata okkara religiøsu siðvenjur forða øðrum at liva verdiga.

Jesus er fyridømi okkara:
• Teimum, sum vóru "øðrvísi", bjóðaði hann vælkomnum
• Teimum, sum særdu hann, vísti hann náði
• Teimum, sum spottaðu hann, svaraði hann ikki aftur
• Tey, sum ikki orkaðu meir, lyfti hann upp
• Teimum, sum vildu nýta sína religiøsu makt yvir øðrum, fanst hann harðliga at og teppti

Samkomur og kirkjur okkara eiga ikki at vera sýnisgluggar við fullkomnum dukkum, sum krógva sína sorg, skomm og pínu. Samkomur og kirkjur okkara eiga at vera skaðastovur við ektaðum menniskjum, sum síggja, hoyra og hava samhug við øllum teimum, ið leita eftir einum staði at finna lív og lívd – uttan mun til bakgrund, húðarlit, lívsfatan ella lívsstíl.
Og teimum, sum nýta sína religiøsu makt yvir øðrum, eiga samkomur og kirkjur at tala at, tá fyrst er kannað eftir, hvussu tær sjálvar eru.

Tagged under

 

At seta bót á klæðir er ikki gerandiskostur longur. Men á Jesusar døgum vistu øll, hvussu týdningarmikið tað var at bøta slitin klæðir. Tá Jesus fortaldi líknilsið um at seta bót á gamalt plagg (Lukas 5:36), vistu øll tí, hvat hann sipaði til. "Eingin skræðir bót av nýggjum plaggi og setur hana á gamalt; tí so bæði skræðir hann sundur hitt nýggja plaggið, og heldur ikki hóskar bótin av hinum nýggja til hitt gamla."

Jesus nýtti hesa myndina á ein andaligan hátt, tá ið jødarnir spurdu hann, hví lærisveinar hansara ikki fastaðu, tilbóðu og livdu eins og aðrir jødar gjørdu. Hann svaraði fordómsfullu jødunum, at eingin samanrenning er millum gamlan siðbundnan jødadóm og nýggja frælsisevangeliið, sum hann boðar. Hann er komin við nøkrum nýggjum, sum ikki er bundið av gomlum vanum. Hann er komin at geva lív og ikki krevja nakað afturfyri. Jesus er komin við einum lívsumbroytandi boðskapi, sum loysir menniskju frá ótta og noyðslu og gevur teimum í staðin vón um eitt livandi samfelag og vinskap.

Størsta avbjóðingin á okkara døgum er at kenna munin á lívgevandi boðskapi Jesusar og mergsúgvandi krøvunum, sum vit leggja á hvønn annan í Jesusar navni!

Tagged under

Eg havi altíð verið so hugtikin av fólki, sum við at hyggja upp í himmalhválvið duga at siga frá, hvussu veður og streymur fara at vera komandi dagarnar. Men teirra forsøgn er grundað á, at tey vita hvørji tekin skulu eygleiðast fyri at meta um komandi veðurlagi. Hetta sama ger seg galdandi í andaliga lívinum.

Í seinastu røðu síni, áðrenn hann varð krossfestur, tosar Jesus um tey tíðartekin, sum skulu verða sjónlig, áðrenn hann kemur aftur. Sum mynd nýtti hann blómandi fikutræið, ið var eitt greitt tekin um, at summarið var í nánd, og vísti hann síðani á, hvørji tekin siga okkum, at andaliga summarið er nær (Matteus 24:32-35).

 

Men kristin kunnu verða so upptikin av at leita eftir tíðarteknum fyri afturkomu Jesusar, at vit gloyma at liva í okkara egnu tíð. At vit gloyma, hvussu Jesus ynskir okkum at liva vitiga her og nú. Vit eiga at liva í vónini um, at Jesus ein dag fer at koma aftur, men vit eiga eisini at liva í veruleikanum av, at Jesus hvønn dag er til staðar gjøgnum lív okkara.

 

Eins og tey, ið duga at lesa teknini í skýggjunum, skulu vit duga at lesa óforgongiligu orðini, sum standa í skriftunum, har Jesus segði: "Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí (Lukas 4:18). Vit gera komu Jesusar til ein dagligan veruleika við at liva eftir hansara fyrimynd – inntil tann dagin, tá ið hann likamliga kemur aftur.

Tagged under

Menniskju hava so lætt við at vraka hvørt annað. Síggja vit ikki ávøkst, hava vit hug at vraka og byrja okkurt annað. Eru vit skuffaði av einum, sum ikki livir upp til okkara væntanir, hava vit hug at avvísa og útifrysta.

Í líknilsinum um fikutræið í Lukasi 13:7-9, sigur Jesus frá manni, ið hevði bíðað í trý ár eftir ávøkstinum av fikutrænum, sum hann hevði plantað. Tá ið hann ongan ávøkst fekk, bað hann tænara sín høgga træið niður. Men tænarin vitsti, at tað tekur trý ár hjá fikutræi at bera ávøkst, og tí bað hann harra sín geva trænum eitt ár aftrat, at bera ávøkst.

Líknilsið lærir okkum, at Gud er nógv tolnari við menniskjum, enn vit eru. Gud góðkennir tað, sum vit hava so lætt við at vraka. Gud dregur at sær tað, sum vit hava so lætt við at stoyta frá okkum. Gud lyftir upp tað, sum vit hava so lætt við at niðurgera. Og Gud fyllir við nýggjari vón tað, sum vit onga vón hava fyri.

Gud hevur altíð ein útveg, tá ið alt tykist læst. Gud kemur altíð við eini loysn, tá ið alt tykist vónleyst. Gud kemur altíð við einum nýggjum møguleika, tá ið vit halda ongan vera eftir. Og Gud sær altíð møguleikan fyri lívi, tá ið vit halda alt vera deytt. Gud ynskir tær at liva lívið til fulnar!

Tagged under

 

"Tí at tað, sum vendir niður, vendir upp..." er Føroya mest teologiski sangur. Tess betri eg komi at kenna Jesus og boðskap hansara, tess betri síggi eg, at tað er júst hetta, sum eyðkendi lív hansara: At tey, sum halda seg vera honum nærmast eru longst burtur, meðan tey, sum halda seg vera longst burtur, eru hansara hjartanærmast.

Í líknilsinum um tveir synir í Matteus 21:28-32, sigur Jesus frá pápa, sum bað synir sínar arbeiða fyri seg. Annar teirra segði nei, men fór kortini, og hin segði ja, men fór ikki. Tá ið Jesus spurdi religiøsu leiðararnar hvør sonur gjørdi vilja faðirsins, svaraðu teir: "Hin fyrri." Tá svarar Jesus teimum, at tey religiøsu eru sum seinni sonurin, ið sigur ja til at gera Guds verk, men í roynd og veru gera sítt egna verk. Men tey, sum religiøs fólk vanvirða - tollarar, skøkjur og onnur - eru nærri hjarta Guds, enn tey religiøsu.

Hetta er galdandi enn sum áður. Vit, sum kalla okkum religiøs - eisini eg sjálvur - halda okkum vera so røtt og rættvís í øllum, sum vit gera, at vit halda okkum sanniliga tæna Gudi. Men sannleikin er, at mong okkara tæna als ikki Guds endamálið, men okkara egna. Og mong av teimum, sum vit vanvirða í okkara samfelag - tey, sum ikki liva eftir okkara reglum og fylgja okkara meiningum - mangan eru nógv hjartareinari og meiri ektaði enn vit, og eru tey tí nógv nærri hjarta Guds, tá alt kemur til alt. Máttu vit tikið orð Jesusar til okkara og hugsa alvorliga um, at mangan er tað so, at tað, sum vendir niður, vendir upp!

Tagged under

 

Í skrivandi stund siti eg í Los Angeles. Hvørja ferð eg vitji í USA, verði eg mintur á týdningin av góðari tænastu. Góða viðferðin her minnir meg aftur og aftur á, hvussu nógv hvørt einstakt menniskja er vert, og at øll hava uppiborið góða viðferð.

Í líknilsinum um tveir húshaldarar í Lukas 12:42-46 vísur Jesus á munin á tí eina, sum tók sær væl av arbeiðsfólki sínum, og hinum húshaldaranum, sum misnýtti arbeiðsfólkini sær sjálvum til gagns. Men tá ið harrin í húsinum kom aftur, skuldu báðir standa til svars fyri sínum atburði. Góði húshaldarin fekk stóran vinning, men hin óndi fekk stóran dóm.

Tað er ikki líkamikið, hvussu vit fara við hvørjum øðrum. Okkara atburður mótvegis øðrum hevur eitt virði – positivt ella negativt. Ein persónur, sum hugsar um onnur sum felags borgarar, ið eru skapt í bílæti Guds og hava eins góðan rætt sum eg at liva, fer at fáa frið og gleði í løn. Men hin, sum ger sær dælt av øðrum fyri at fáa størri vinning sjálvur, fer at missa so nógv, at endin verður stórt einsemi og stór vanæra.

Í líknilsinum sigur Jesus okkum, at vit verða hildin í ábyrgd fyri, hvussu vit fara við hvørjum øðrum. Máttu vit verið sum trúgvi og skilagóði húshaldarin og fari við fólki á sama hátt, sum vit ynskja, at onnur viðfara okkum – sum virðismikil, serstøk og vøkur menniskju. Og ikki enda sum óndi húshaldarin í einum lívi eyðkent av ófriði, ónøgdsemi, hatri, havisjúku, øvund og stríði, bara tí vit halda at øll onnur eru skapt at tæna okkum. Um vit eru uttanlanda ella í Føroyum, latið okkum altíð minnast, at okkara atburður mótvegis øðrum, fer at síggjast aftur á okkara lívsleið!

Tagged under

 

Tey, sum hava fingið nógva skuld eftirgivna, eru óendaliga takksom, men tey, sum ikki meta sína skuld sum nakað serstakt, eru óendaliga líkasæl. Hendan munin upplivdi Jesus í verki, tá ið hann var gestur hjá Símuni fariseara.

Syndafull kvinna kom inn í hús farisearans og salvaði føtur Jesusar við dýru salvu síni. Farisearin ógvaðist við og undraðist yvir, at Jesus ikki visti, at hon var syndafull kvinna. Fyri at vísa stóra munin á farisearanum og kvinnuni, fortaldi Jesus eitt líknilsi um tveir menn, ið ikki kláraðu at gjalda eigaranum skuld sína aftur. Annar skyldaði 500 denarar, sum svaraði til hálvaaðru ársløn, og hin skyldaði 50 denarar, sum harafturímóti var hálvonnur mánaðarløn. Men eigarin eftirgav skuldina hjá báðum. Tá ið Jesus spurdi, hvør av hesum báðum mundi elska eigaran meir, var svarið: Tann, sum skyldaði meir.

So sigur Jesus við Símun: "Sært tú hesa kvinnu! Eg kom inn hjá tær - tú gavst Mær ikki vatn til føtur Mínar, men hon vætti føtur Mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum. Tú gavst Mær ongan koss, men hon helt ikki uppat at kyssa føtur Mínar, frá tí Eg kom inn. Tú salvaði ikki høvd Mítt við olju, men hon salvaði føtur Mínar við salvu. Tí sigi Eg tær: Hinar mongu syndir hennara eru henni fyrigivnar - hon hevur jú elskað nógv. Men tann, ið lítið verður fyrigivið, elskar lítið" (Lukas 7: 36-50).

Tey, sum eru sjálvrættvís, halda seg ikki skylda nøkrum nakað. Men tey, sum ásanna skuld sína og fáa hana eftirgivna, fara altíð at vísa sítt takksemi og sín kærleika til tann, sum gav teimum so nógv. Her hava vit enn eitt líknilsi, har Jesus biður okkum líkjast teimum, sum vit annars helst ikki vilja kennast við.

Tagged under

 

Tað vísir seg mangan, at tey, sum kenna svárar trongdir og sorgir í lívinum, men sum tó ikki lata beiskleika festa rót, eru meira rúmlig og eyðmjúk. Í líknilsinum um elskandi faðirin í Lukas 15:11-32 sigur Jesus frá einum pápa, sum kendi sviðan og sorgina um tveir synir, sum bert hugsaðu um seg sjálvar, men sum ikki lat tað sløkkja sítt eyma hjarta fyri teimum.

Yngri sonurin dróg skomm yvir pápan, tá ið hann kravdi arv sín og rýmdi heimanífrá. Syndin hjá tí yngra var, at hann helt seg kunna gera sum honum lysti, uttan at hugsa sorgina, ið hann voldi øðrum. Eldri sonurin voldi pápa sínum sorg, tá ið hann ikki vildi góðtaka, at yngri sonurin var móttikin við opnum ørmum, tá ið hann kom aftur. Syndin hjá tí eldra var, at hann helt seg hava uppiborðið meiri enn hin.

Men pápin var rúmligur og bjóðaði báðum inn í veitsluna. Báðir vóru tiknir av bóli av náði pápans – tann eini sum óuppiborna og hin sum órættvísa. Ein mátti taka ímóti tí, sum hann ikki hevði uppiborið, og hin mátti taka ímóti tí, sum hann helst ikki vildi hava. Hetta vóru treytirnar fyri báðar.

Vit undrast yvir náði Guds, tí vit kenna, hvussu óuppiborin hon er. Vit gerast kløkk av náði Guds, tí hon fer so langt út um okkara mørk. Og vit gerast ørg inn á náði Guds, tí vit halda okkum hava uppiborið meiri enn onnur, sum skikka sær verri enn vit. Men treytin fyri at koma inn í veitslu Guds og uppliva gleði hansara í lívinum er, at vit boyggja okkum fyri náði hansara mótvegis okkum og øðrum.

Tagged under

 

Hevur tú nakrantíð mist nakað burtur? Hugsa tær føroysku klæðini, sum tú skalt lata teg í til brúdleypsveitsluna ella Ólavsøku. Tú hevur mallurnar, men stimin er burtur! Ella brosjan manglar! Í líknilsinum um leitandi brúðrina í Lukas 15:8-10, sigur Jesus frá kvinnu, ið hevði mist brosjuna, ið helt brúðarkjólanum saman, burtur. Hon tendraði oljulampur, sópaði húsið, gjørdi sær ómak at leita og gavst ikki, fyrr hon hevur funnið hana. Og tá ið hon fann hana, gleddist hon saman við øðrum.

Hvør er tín dýrgripur? Eru tað materiellir lutir, útbúgving, karriera, success, familja, ella góð heilsa? Einki skeivt í tí í sær sjálvum, men Jesus sigur, at størsti dýrgripurin, sum Gud hevur lagt í okkara lív, er longsulin eftir einum inniligum samfelag við Gud. Stundum brestur Gud okkara minni týðandi dreymar við tí fyri eyga, at vit skulu leita og finna stóru og veruligu dýrgripirnar - hansara dreymar fyri lívið okkara. Jesus sigur, "Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus" (Jóh. 17:3).

Er tín sanni dýrgripur burturmistur? Hvat gert tú fyri at finna hann? Hvørji ljós tendrar tú? Hvar og hvussu sópar tú? Gert tú tær ómak at leita? Er tað ein áhaldandi tilgongd av tínum lívi? Og tá ið tú hevur funnið dýrgripin, minst tá til at bjóða øðrum at gleðast saman við tær.

Tagged under

 

Sjúkan smittar óansæð umstøður og mørk. Hon rakar øll og krevur nógv mannalív. Hon leiðir til stórt einsemi og hevur nógv sjúkutekin. Hon ger fólk blind, deyv og kensluleys mótvegis tí, sum veruliga hevur týdning. Sum oftast er sjúkan grundað á ótta. Sjúkan eitur Havisjúka – altráða leitanin eftir ríkidømi og makt!

Í líknilsinum um ríka bóndan í Lukas 12:13-21 talar Jesus um havisjúku. Bóndin hevði gloymt at grøðin á markini var honum givin. Hann hevði gloymt, at hann skuldi standa til ábyrgd fyri øllum tí, sum hann átti. Havisjúkan hevði gjørt hann einsaman, sjálvsøknan og makligan, tí hann sigur við seg sjálvan: Et, drekk og ver glaður. Men júst tá hann helt seg vera komnan upp á tindarnar, skramblaði alt saman. Tá hann helt, at nú skuldi lívið livast, varð tað kravt av honum. Eftir sat ein familja, sum varð sundurskrædd av klandri um arv.

Jesus vísti manninum, sum forlangaði Jesusar stuðul í einum stríði um arv, at hann hevði fingið farsóttina, ið gjørdi hann blindan, deyvan og kensluleysan. Í líknilsinum sigur Jesus, at Gud ikki vigar ein persón eftir ognum ella avrikum hansara, men á vektini, sum vigar ein persón, tá hann púra nakin og tómhentur skal svara fyri seg. Einasta mótgiftin móti havisjúkuni er nøgdsemi, gávumildni og eitt álit á, at Gud skal útvega tær tað, sum tær tørvar í lívinum.

Tagged under

Bygningur