Published in Bloggur Written by 

Munurin millum lívgevandi og mergsúgvandi boð

 

At seta bót á klæðir er ikki gerandiskostur longur. Men á Jesusar døgum vistu øll, hvussu týdningarmikið tað var at bøta slitin klæðir. Tá Jesus fortaldi líknilsið um at seta bót á gamalt plagg (Lukas 5:36), vistu øll tí, hvat hann sipaði til. "Eingin skræðir bót av nýggjum plaggi og setur hana á gamalt; tí so bæði skræðir hann sundur hitt nýggja plaggið, og heldur ikki hóskar bótin av hinum nýggja til hitt gamla."

Jesus nýtti hesa myndina á ein andaligan hátt, tá ið jødarnir spurdu hann, hví lærisveinar hansara ikki fastaðu, tilbóðu og livdu eins og aðrir jødar gjørdu. Hann svaraði fordómsfullu jødunum, at eingin samanrenning er millum gamlan siðbundnan jødadóm og nýggja frælsisevangeliið, sum hann boðar. Hann er komin við nøkrum nýggjum, sum ikki er bundið av gomlum vanum. Hann er komin at geva lív og ikki krevja nakað afturfyri. Jesus er komin við einum lívsumbroytandi boðskapi, sum loysir menniskju frá ótta og noyðslu og gevur teimum í staðin vón um eitt livandi samfelag og vinskap.

Størsta avbjóðingin á okkara døgum er at kenna munin á lívgevandi boðskapi Jesusar og mergsúgvandi krøvunum, sum vit leggja á hvønn annan í Jesusar navni!

Jógvan Zachariassen

Jógvan Zachariassen er pastorur í samkomuni Lívdin í Hoyvík, har hann komandi vikurnar talar um evnið “Líknilsir Jesusar”. Í tí sambandi fer Jógvan at blogga her á Portalinum. Hetta eru sonevndar minibloggur við høvuðs-boðskapinum úr einum líknilsi. 

Í november 2013 gav Jógvan út bókina FRÆLSI, sum er ein røð av bloggum um frælsisboðskapin í Galatiabrævinum. Í juli 2014 gav Jógvan út bókina AT ELSKA OG LIVA. Bøkurnar fáast í bókahandlunum.

Bygningur