Published in Bloggur Written by 

Afturkoma Jesusar er vón og veruleiki

Eg havi altíð verið so hugtikin av fólki, sum við at hyggja upp í himmalhválvið duga at siga frá, hvussu veður og streymur fara at vera komandi dagarnar. Men teirra forsøgn er grundað á, at tey vita hvørji tekin skulu eygleiðast fyri at meta um komandi veðurlagi. Hetta sama ger seg galdandi í andaliga lívinum.

Í seinastu røðu síni, áðrenn hann varð krossfestur, tosar Jesus um tey tíðartekin, sum skulu verða sjónlig, áðrenn hann kemur aftur. Sum mynd nýtti hann blómandi fikutræið, ið var eitt greitt tekin um, at summarið var í nánd, og vísti hann síðani á, hvørji tekin siga okkum, at andaliga summarið er nær (Matteus 24:32-35).

 

Men kristin kunnu verða so upptikin av at leita eftir tíðarteknum fyri afturkomu Jesusar, at vit gloyma at liva í okkara egnu tíð. At vit gloyma, hvussu Jesus ynskir okkum at liva vitiga her og nú. Vit eiga at liva í vónini um, at Jesus ein dag fer at koma aftur, men vit eiga eisini at liva í veruleikanum av, at Jesus hvønn dag er til staðar gjøgnum lív okkara.

 

Eins og tey, ið duga at lesa teknini í skýggjunum, skulu vit duga at lesa óforgongiligu orðini, sum standa í skriftunum, har Jesus segði: "Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí (Lukas 4:18). Vit gera komu Jesusar til ein dagligan veruleika við at liva eftir hansara fyrimynd – inntil tann dagin, tá ið hann likamliga kemur aftur.

Jógvan Zachariassen

Jógvan Zachariassen er pastorur í samkomuni Lívdin í Hoyvík, har hann komandi vikurnar talar um evnið “Líknilsir Jesusar”. Í tí sambandi fer Jógvan at blogga her á Portalinum. Hetta eru sonevndar minibloggur við høvuðs-boðskapinum úr einum líknilsi. 

Í november 2013 gav Jógvan út bókina FRÆLSI, sum er ein røð av bloggum um frælsisboðskapin í Galatiabrævinum. Í juli 2014 gav Jógvan út bókina AT ELSKA OG LIVA. Bøkurnar fáast í bókahandlunum.

Bygningur