Published in Bloggur Written by 

Virð onnur - tað hevur virði stórt

 

Í skrivandi stund siti eg í Los Angeles. Hvørja ferð eg vitji í USA, verði eg mintur á týdningin av góðari tænastu. Góða viðferðin her minnir meg aftur og aftur á, hvussu nógv hvørt einstakt menniskja er vert, og at øll hava uppiborið góða viðferð.

Í líknilsinum um tveir húshaldarar í Lukas 12:42-46 vísur Jesus á munin á tí eina, sum tók sær væl av arbeiðsfólki sínum, og hinum húshaldaranum, sum misnýtti arbeiðsfólkini sær sjálvum til gagns. Men tá ið harrin í húsinum kom aftur, skuldu báðir standa til svars fyri sínum atburði. Góði húshaldarin fekk stóran vinning, men hin óndi fekk stóran dóm.

Tað er ikki líkamikið, hvussu vit fara við hvørjum øðrum. Okkara atburður mótvegis øðrum hevur eitt virði – positivt ella negativt. Ein persónur, sum hugsar um onnur sum felags borgarar, ið eru skapt í bílæti Guds og hava eins góðan rætt sum eg at liva, fer at fáa frið og gleði í løn. Men hin, sum ger sær dælt av øðrum fyri at fáa størri vinning sjálvur, fer at missa so nógv, at endin verður stórt einsemi og stór vanæra.

Í líknilsinum sigur Jesus okkum, at vit verða hildin í ábyrgd fyri, hvussu vit fara við hvørjum øðrum. Máttu vit verið sum trúgvi og skilagóði húshaldarin og fari við fólki á sama hátt, sum vit ynskja, at onnur viðfara okkum – sum virðismikil, serstøk og vøkur menniskju. Og ikki enda sum óndi húshaldarin í einum lívi eyðkent av ófriði, ónøgdsemi, hatri, havisjúku, øvund og stríði, bara tí vit halda at øll onnur eru skapt at tæna okkum. Um vit eru uttanlanda ella í Føroyum, latið okkum altíð minnast, at okkara atburður mótvegis øðrum, fer at síggjast aftur á okkara lívsleið!

Jógvan Zachariassen

Jógvan Zachariassen er pastorur í samkomuni Lívdin í Hoyvík, har hann komandi vikurnar talar um evnið “Líknilsir Jesusar”. Í tí sambandi fer Jógvan at blogga her á Portalinum. Hetta eru sonevndar minibloggur við høvuðs-boðskapinum úr einum líknilsi. 

Í november 2013 gav Jógvan út bókina FRÆLSI, sum er ein røð av bloggum um frælsisboðskapin í Galatiabrævinum. Í juli 2014 gav Jógvan út bókina AT ELSKA OG LIVA. Bøkurnar fáast í bókahandlunum.

Bygningur