Hósdag, fríggjadag og leygardag byrja vit dagin kl 9 við morgunkafé. Her er øll boðin til eina hugnaliga løtu við morgunmati, góðum sangi og einari stuttari andakt. Hvønn morgun eru tónleikaframførslur at hoyra. Hósmorgunin syngja og spæla Mirjam og Victor Carlsen, fríggjamorgunin vitja sangkreftir frá Ebenezer og leygarmorgunin kemur Siloakórið undir leiðslu av Eyðun á Lakjuni at framføra nakrir sangir fyri okkum. Verið øll hjartaliga vælkomin