Aftaná ungdómsmøtið, leygarkvøldið 28. august, eru børn, vaksin og eldri boðin at vera saman við teimum ungu. Har verður ein góður drekkamunnur og høvi er at heilsa uppá og práta saman. T.O.S. kemur at framføra og tey ungu hava eisini okkurt at bera fram bæði í orðum og tónum.