Fríggjadagin 27. august verður tann almenna móttøkan í samband við at Samkoman Lívdin nú eru flutt inn í nýggja bygningin. Tað verður ein gleðilig og hátíðarlig løta. Á skránni fyri kvøldið er nógvur góður tónleikur, spennandi gestir og áhugaverdar samrøður og hugleiðingar. Aftaná hátíðarhaldið verður ein drekkamunnur at fáa.