Takka – Tæna – Trívast – Tala

Í LÍVD HINS HÆGSTA

Innflytingar- og 20-ársveitsla 26.-29. august

Samkoman Lívdin hevur fingið navn sítt úr sálmi 91. Tí hava vit valgt “Í lívd hins Hægsta” sum heiti fyri okkara innflytingar- og 20-ársveitslu.

Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda, sigur við HARRAN: “Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!”

Sálmur 91:1-2

Vit ynskja at vera ein samkoma, har øll kunnu koma inn og uppliva, at tey finna lívd frá øllum lívsins stormum. Ein lívd, har menniskju kenna seg fræls og elskað. Ein lívd, har menniskja kann veksa, mennast og brúka sínar gudgivnar gávur. Ein lívd, har menniskja kann uppliva gleðina, styrkina og ábyrgdina, sum fylgir av at vera í tættum samfelag hvør við annan. Ikki ein hvør sum helst lívd, men lívd hins Hægsta, har vit vera fevnd av Guds faðirørmum.

Hvønn dag verður dentur lagt á ymiskar síður við tí at liva í lívd hins Hægsta.

Hósdagur 26. august

Takka

Liva í takksemi fyri leiðslu Kristusar.

Ein dagur, har vit lýta aftur við takksemi og eyðmjúkleika um, hvussu Harrin hevur leitt okkum higartil.

Fríggjadagur 27. august

Tæna

Liva sum tænarar í verki Kristusar.

Ein dagur, har vit leggja dent á allar tær signingar, sum Gud letur okkum njóta sum tænarar Hansara.

Leygardagur 28. august

Trívast

Liva til fulnar í nærveru Kristusar.

Ein dagur har familjan, børnini og tey ungu eru í miðdeplinum. Tey skulu trívast, blóma og liva til fulnar í skapanarverkinum, sum Gud hevur sett tey í.

Sunnudagur 29. august

Tala

Liva sum sendiboð í stað Kristusar.

Ein dagur har vit hyggja at, hvat tað merkir, at vit eru sendiboð í stað Kristusar. Vit leggja dent á, hvussu vit hugsa lívið í og út frá bygninginum.