Leygardagin 28. august verður ein serligur barna- og familjudagur. Frá klokkan 14 verða telt og básar við andlitsmáling, ymiskum spøl, pop-corn, candy-floss, pylsuvognur og meira afturat, á økinum uttanfyri Lívdina. Um veðrið verður til vildar verða hoppiborgir eisini á økinum.

Klokkan 16 bjóða vit inn í stóra salin til ein sjónleik, sum sunnudagsskúlin hevur sett upp. Aftaná verður ein mergjað barnakonsert. Har verður lív í!