Tann 26. august í 2001 hevði Lívdin sítt fyrsta almenna møti. Tað er við stórari gleði, at vit í ár kunnu hátíðarhalda okkara 20-ársdag í nýggja bygninginum. Hetta fer at seta sín dám á kvøldið. Vit líta í takksemi aftur á alt, sum Harrin hevur gjørt fyri okkum hesi árini. Vit fara eisini at takka øll teimum, sum á ymiskan hátt hava stuðlað Lívdini, tað veri seg andaliga ella tímiliga. Á skránni fyri kvøldið er nógvur góður lovsangur og tónleikur, spennandi gestir og áhugaverdar samrøður og hugleiðingar. Aftaná ársveitsluna verður ein drekkamunnur at fáa.