Í lívd hins hægsta

Samkoman Lívdin hevur í 20 ár húsast í fleiri ymiskum hølum, so sum Verkstaðnum Virkni, í Brekkutúni, Hoyvíkar skúla og nú seinast í Skúlanum við Løgmannabreyt. Vit eru sera takksom fyri at hava havt møguleikan, men gleðast ómetiliga nógv um at vera flutt inn í okkara egnu hús. 11. juli var okkara fyrstu møti í bygningi okkara við Vegin Langa. Framyvir fer virksemi okkara at ganga út hiðani. At byrja við fara vit at brúka tíð og kreftir at koma uppá pláss. Bygningurin er ikki heilt liðugur enn, ljóð, ljós og teknikkur skal setast til, mannagongdir skulu mennast, nýggjar tænastur skulu í gongd og grundfestar tænastur skulu umskipast og finna sítt nýggja pláss. Vit skulu uppá nógvar mátar læra bygningin at kenna.

Í lívd hins hægsta

26. – 29. august verður okkara almenna inflyting í bygningin. Tá fara vit sum samkoma at vera vertir fyri øllum teimum, sum ynskja at vitja, at forvitnast og at uppliva okkara nýggju umstøður. Vit bjóða tí inn til eitt rimmar hátíðarhald, kallað “Í lívd hins hægsta”, sum fer at strekkja seg yvir fýra dagar, frá morgni til myrkurs.

Skrá

Øll kvøldini hava vit almenn tiltøk í salinum. Hóskvøldið verður eitt møti, har vit við takksemi líta aftur á, hendan dagin, ið Lívdin fyllir 20 ár. Fríggjakvøldið verður eitt stórt hátíðarhald, við framúr tónleiki og spennandi gestum. Leygarkvøldið eiga tey ungu húsið, og fara tey at gera nógv burturúr. Sunnukvøldið enda vit inflytingarvikuna við eini konsert, har okkara dugnaligu tónleikarar og sangarar bjóða okkum at lurta og njóta, og at syngja við!

Hósdagin og fríggjadagin byrja vit við morgunbøn. Løtan er opin fyri øll, og á skránni er morgundrekka, góður tónleikur og ein andakt.
Seinnapartin hósdag og fríggjadag verður móttøka, har øll kunnu koma á gátt.
Leygardagin verður tann stóri familjudagurin. Tiltøk verður bæði innan- og uttandura. Sunnumorgunin hava vit møti og sunnudagsskúla og aftaná eta vit frokost saman.