Í lívd hins Hægsta

Símun Absalonsen

Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda, sigur við HARRAN:

“Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!”

Sálmur 91

Stutt undan jólum í 1988 herjaði tiltikna jólaódnin Føroyar. Fyri mær var hetta ein friðarlig nátt. Eg búði í Nuuk og har merktu vit einki til ógvusliga lágtrýstið í Føroyum. Eg svav trygd. Tíðlida morgunin eftir tendraði eg útvarpið fyri at hoyra tíðindi á KNR radio. Tíðindini komu altíð fyrst á grønlendskum og beint aftaná komu somu tíðindi í danskari útgávu. Meðan grønlendsku tíðindini vórðu upplisin hoyrdi eg aftur og aftur orðið ”Savalimmiut”. Eg skilti ikki grønlandskt, men eg visti, at Savalimmiut merkir Føroyar. Hetta kendist ógvuliga ófrættakent og óttafullur bíðaði eg eftir donsku útgávuni. Eg gloymi ongantíð tá danska røddir kom:

”Radioavisen god morgen. Færøerne blev i nat ramt af en voldsom orkan”.

Hetta bleiv ein minniligur morgun fyri meg.

Regn og stormur verður ofta brúkt í skriftini sum myndatala um vandar ið kunnu hótta. Í kendu fjallatalu síni endar Jesus við eini áminning um ikki bert at hoyra orð Hansara men eisini at gera eftir teimum. Hann samanber ”gerara orðsins” við ein ið bygdi sítt hús á hellu meðan ”hoyrari orðsins” verður samanborin við ein ið bygdi hús sítt á sand.

Í menniskjans eygum var kanska ikki stórur munur á húsunum báðum fyrr enn grovregnið kom, áirnar vuksu og vindarnir blástu. Tá varð munurin ovurhonds stórur.

Eigur tú eitt skjól í lívsins stormun? Hvørja grund hevur tú bygd tína vón á?

At seta seg í lívd hins Hægsta og í skugga hins Alvalda er eitt val sum vit við viti og vilja kunnu velja. Stormar og vandar fara altíð at koma. At hava sett álit sítt á menniskjans mátt og megi ella á eginstyrki er svikaligt. At hava sett alt sítt álit á HARRAN og hava leitað inn í ”skugga hins Alvalda” er ein tryggleiki, sum bert tann, ið upplivir tað kennir.

”Bannaður er tann maður, ið ger menniskju til álit sítt, ger hold til arm sín (…)
Signaður er tann maður, ið lítur á HARRAN, og sum hevur HARRAN til álit sítt”

Jer. 17,5-7

Vikuskiftið 26. – 29. august verður okkara almenna inflyting í Lívdina við Vegin Langa 11. Vit bjóða inn til eitt rimmar innflytingar- og 20-árshald, kallað “Í lívd hins hægsta”, sum fer at strekkja seg yvir fýra dagar, við tiltøkum á skránni frá morgni til myrkurs.