Loading Events
28.
okt.
Útvalt tiltak
kl. 20:00 - 22:00
Lívdin við Vegin Langa 11

Hvørt fríggjakvøld kl 20-22 møtast ung frá 5. flokki og uppeftir í Lívdini til góða samveru, drekkamunn, spøl og andaligt innihald.

Endamálið við UngLív er at geva teimum ungu eitt stað at vera, har tey kunnu vera erlig og undrandi, læra Jesus betri at kenna og kunnu fáa góðar vinir.

Fríggjakvøldini ynskja vit at skapa góðar og tryggar rammur fyri tey ungu, har tey kenna seg væl og tíma at vera. Tey ungu hava nógvar møguleikar í dag og nógv at fara til, so vit síggja týdningin í at geva teimum eitt gott stað at vera; eitt stað, har tey kunnu vera saman við vinum, møguliga fáa nýggjar vinir, og har vaksin altíð eru til staðar, sum eru nærverandi og tøk at práta við. Tað sosiala er umráðandi, men vit ynskja eisini at fortelja hesum ungu um Jesus og góð kristin virðir. Tí verður eitt stutt orð/andakt eisini hvørjaferð.

 

Afturat fríggjakvøldini eru vit saman sunnudagar, meðan sunnudagsskúlin er, har vit fáa bíbliuundirvísing og práta saman.