Loading Events
21.
jan.
Útvalt tiltak
kl. 14:00 - 18:00
Lívdin

Símun Absalonsen undirvísir um Dániels bók.

Hvør var profeturin Dániel?

Ein jødiskur unglingi, sum saman við mongum øðrum varð hertikin og fluttur til Bábel. Her búði Dániel meginpartin av foldarlívi sínum. Hann var dreymatýðari, men hevði eisini dreymar og sjónir sum hann skrivaði niður. Neyvu spádómar hansara um framtíðina, serliga viðvíkjandi søguni hjá jødiska fólkinum og Jerúsalem, hava altíð vakt undran.

Men er lív Dániels og boðskapur hansara viðkomandi í okkara tíð?

Hvat kann lív og atferð Dániels í tí heidna Bábel læra okkum sum liva í dag?

Hvat kunnu vit læra útfrá skriftum Dániels?