Loading Events
28.
aug.
Útvalt tiltak
kl. 12:00 - 13:15
Lívdin við Vegin Langa 11

Í Lívdini bjóða vit øllum børnum vælkomnum, og vit ynskja, tey skulu uppliva, at tey eru virðismett og elskað!

Meðan steðgurin heldur fram, og tey vaksnu enn fáa sær drekkamunn, byrjar sunnudagsskúlin í stóra salinum við eini góðari sangløtu. Tey vaksnu eru vælkomin við hesa løtuna, men sangurin er til børnini.

Tá sangløtan er liðug, fara børnini upp á til undirvísing, spøl, ítriv og drekka. Til undirvísingina eru tey deild upp eftir aldri.

Sunnudagsskúlin endar kl. 13:15 og tá eru foreldur vælkomin at avheinta børnini. Tey børnini, sum hava avvarðandi inni á møtinum, kunnu vera eftir í sunnudagsskúlanum ella fara inn á møti til síni avvarðandi.