Loading Events
19.
sep.
Útvalt tiltak
kl. 12:00 - 13:15
Lívdin við Vegin Langa 11

SUNNUDAGSSKÚLI

Aftaná morgunmøtið, meðan steðgurin heldur fram, og tey vaksnu enn fáa sær drekkamunn, byrjar sunnudagsskúlin kl. 12 í stóra salinum við eini góðari sangløtu. Tey vaksnu eru vælkomin við hesa løtuna, men sangurin er til børnini.

Tá sangløtan er liðug, fara børnini upp á til undirvísing og ítriv. Til undirvísingina eru tey deild upp eftir aldri.

Sunnudagsskúlin endar kl. 13:15 og tá eru foreldur vælkomin at avheinta børnini. Tey børnini, sum hava avvarðandi inni á møtinum, kunnu vera eftir í sunnudagsskúlanum, fáa sær drekkamunn ella fara inn á møti til síni avvarðandi.