Loading Events
20.
okt.
Útvalt tiltak
kl. 11:00 - 13:00
Lívdin við Vegin Langa 11

Pjátran – AVLÝST

Pjátran er ein sang- og hugnaløta fyri foreldur og smábørn (0-5 ár).
Byrja verður við eini sangløtu, og aftaná bjóða vit frokost.
Tiltakið er ókeypis, tó er gott, um tit hava 20 kr við fyri frokostin.
Gjøgnum tónleik, rím, rørslur og rútmur fær barnið sansastimbrandi upplivingar í tí góða samspælinum við foreldrunum. Vit ynskja at skapa eitt umhvørvi við nærveru og nærleika, har barn og foreldur styrkast í sambandinum sínamillum. Gjøgnum nakrar sangir og fastar bønir, bjóða vit eisini børn og foreldur at venda sær til Gud, og gleðast um tað lív, hann hevur givið okkum.
Hjartaliga vælkomin – og bjóðið øðrum við!
HESUFERÐ ER TILTAKIÐ TÍVERRI AVLÝST. SÍGGJAST NÆSTA TÝSMORGUN!