Loading Events
21.
mai.
Útvalt tiltak
kl. 21:00 - 22:00
Lívdin við Vegin Langa 11

UngLív er fyri øll ung, sum ganga í 6.- 9. flokk.  Vit møtast annaðhvørt leygarkvøld kl 19-21 í Lívdini, har vit hugna okkum saman. Okkara fremsta endamál er, at ung skulu kenna seg heima í okkara samkomu, knýta vinabond og koma at kenna Jesus sum sín besta vin.

Leygarkvøld er nógv ymiskt á skránni. Vit spæla spøl, skipa fyri onkrari kapping, ella tey ungu hugna sær sjálvi við t.d. borðspølum, borðtennis, bobb ella onkrum kreativum.

Vit plaga at enda við eini stuttari andakt og kl 21 er møguleiki fyri at fara inn í salin á ungdómsmøti.

Afturat leygarkvøldini eru vit saman hvønn sunnudag, meðan sunnudagsskúlin er, har vit fáa bíbliuundirvísing og práta saman.