Loading Events
28.
okt.
Útvalt tiltak
kl. 11:00 - 12:00
Lívdin við Vegin Langa 11

28-30 Oktobur hevur Open Doors ráðstevnu í Lívdini.
Vit fáa vitjan av Ibrahim, sum er prestur í Sýria.
Eisini kemur Bitten Høgh, ið hevur verið trúboðari í 27 ár í Kina, at greiða frá hvussu hon brúkti handilsskap at náa vanliga kinesaran við evangeliinum.
Skrá:
Fríggjakvøld 20:00 Møti við Ibrahim og øðrum
Leygardag 11:00 Hevur Bitten Høgh tveir fyrilestrar. Evnið er: “Hvussu brúkar handilsvirksemi sum amboð í trúboðan.” Ábit verður millum fyrilestrarnar
Leygarkvøld 18:00 Møti við Ibrahim og øðrum
Leygarkvøld 21:00 Ungdómsmøti við Ibrahim og øðrum
Sunnumorgun 11:00 Møti við Ibrahim