Hóskvøldið 30. mars verður tiltak fyri nýggj í Lívdini, og øll, vaksin, ung, børn og allar familjur, eru vælkomin.
Hetta kvøldið fara vit at greiða frá, hvussu Lívdin fungerar og um annað, so sum kalendaran, um tað sosiala, um hvussu man kann tæna í samkomuni, og hvørji tilboð eru til børn/ung. Vit fara eisini at eta nátturða.
Tú kanst melda teg til her
so at vit kunnu síggja umleið hvussu nógvan mat vit skulu gera. Tó kanst tú kortini koma, sjálvt um tú ikki hevur meldað teg til.
Tiltakið byrðjar kl. 18:00, og endar umleið kl. 20:00.
Vit gleða okkum!