Loading Events
13.
jun.
Útvalt tiltak
kl. 19:00 - 22:00
Lívdin við Vegin Langa 11

Í samband við at Susanne og Leif Madsen, stovnarar og leiðarar av hjálparfelagsskapinum NLAI, vitja í Føroyum, verður stórt tiltak í Lívdini í Hoyvík 13 juni kl. 19:00.

 

Tiltakið er alment og ætla øllum sum hava áhugað í NLAI: stuðulsforeldrum, øllum sum á ein hvønn hátt stuðla arbeiðinum, teimum sum hava verið í Nakuru og vitja, teimum sum hava arbeiði í tonkum og bønum sínum og teimum sum ynskja at hoyra meira um arbeiði.

 

 

 

Á tiltakinum fara Susanne og Leif at greiða frá arbeiðinum millum gøtubørnini í Nakuru, Kenya, sum tey sjálvi byrjaðu fyri 30 árum síðani og tey fara m.a. greiða frá støðuni undir og aftaná korona farsóttina.

 

 

 

Við úr DK er eisini Karen Margrethe Mikkelsen.

 

Karen Margrethe, sum í dag hevur runda tey sjeyti, er enn virkin og ferðast enn einsamøll til og í Kenya. Hennara hjartamál er serliga kvinnur og børn.

 

 

 

Fyriskiparar av tiltakinum eru Jóna og Billy Hansen, sum eisini hava verið fleiri ferðir í Nakuru. Tey fara eisini at greiða frá teirra leikluti í NLAI. Jóna man vera tann sum kennir tey flestu børnini á barnaheiminum. Hon hevur tikið hundraðtals myndir av børnunum og sent stuðulsforeldrunum.

 

 

 

NLAI hevur gjøgnum árini havt nógvar sonevndar ” volontørar” úr ymiskum londum, eisini úr Føroyum.

 

Ein teirra er okkara egni filmsleikari Helena Jørgensen, sum spælir ein av høvuðsleiklutunum í filmsrøðini TROM.

 

Hon fer at siga eitt sindur um sína praktikk tíð hjá NLAI.

 

 

 

Fyri 3 árum síðani var NLAI úti fyri tí ólukkuligu støðu, at eldur kom í bygningin sum hýsir dreingjunum á barnaheiminum. Júst tann dagin var eitt ferðalið úr Føroyum komið til Nakuru. Tey kundu, sum tey fyrstu, fara á staðið og hjálpa til í bjargingar- og uppruddingararbeiðinum.

 

Nøkur teirra fara á tiltakinum í Lívdini, at greiða frá hendingini og arbeiðinum sum tey tóku lut í og hvussu føroyingar stóðu saman og bygdu alt upp aftur eftir stuttari tíð.

 

 

 

Ein táttur í arbeiðinum sum Susanne og Leif byrjaðu, er seymiskúlin, har ung fólk læra at seyma og fáa útbúgving. Hesin verður eisini fíggjaður m.a. úr Føroyum. Tað fara vit eisini at hoyra um, eins og umboð fyri hjálparfelagsskapin Næstin, fer at greiða frá tí arbeiðinum og leiklutinum hjá Næstanum í arbeiðinum hjá NLAI.

 

 

 

Tiltakið verður skipað sum eitt hugnakvøld við sangi, frásagnum, myndum og kaffi og kakum.

 

Tiltakið er ókeypis.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.