Loading Events
18.
okt.
Útvalt tiltak
kl. 11:00 - 12:30
Lívdin í Skúlanum við Løgmannabreyt

Møti

Verið hjartaliga vælkomin á møti í Skúlanum við Løgmannabreyt kl 11.

Í løtuni eru vit í røðini um Fjallaprædikuna, og hesaferð verður tað Høgni Johannesen sum kemur at tala. Evni er: Jesus uppfyllir lógina, hvat stríðast vit fyri? (Matt 5:17-18).

Randi Hansen og Símun Jóanesarson Hansen koma at leiða okkum í lovsongi, og vit enda við at bjóða ein kaffimunn til øll sum hava hug at steðga á eina løtu.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!