Loading Events
28.
nov.
Útvalt tiltak
kl. 11:15 - 11:55
Lívdin við Vegin Langa 11

MORGUNMØTI

Hetta er ein løta fyri børn, ung og vaksin at finna hvíld og frið í nærveru Guds.

Á morgunmøtinum lovsyngja vit saman, bróta breyðið og drekka av víninum til minnis um Harran og biðja.

Stóri salur hjá okkum er rúmligur og vit meta, at tað er forsvarligt, at loyva 200 fólkum á møti.

Vit heita á øll, sum koma at halda frástøðu og reinføri og vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á koronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.

Tað er umráðandi, at fólk, ið koma á møti, lúka eina av niðanfyri nevndu treytum:

  • hava verið sjúk av Covid-19 tað seinasta árið.
  • hava eina negativa test, ið ikki er eldri enn 72 tímar.
  • ella eru koppsett móti Covid-19.

Eins og aðrar samkomur fara vit ikki at hava eftirlit við dyrnar, men líta á at fólk fylgja almennu tilmælinum.

Tað verður eitt møti og einki drekka ella ábit