Loading Events
29.
apr.
Útvalt tiltak
kl. 17:00 - 21:00

Fríggjadagin 29. apríl verðru tiltakið “Lívdin etur saman”.

MELDA TIL HER

Tað er nakað heilt serligt at eta saman. Tað er ein framíhjárættur at kunnu koma inn til hvønn annan og njóta gott av eini góðari máltíð og góðum felagsskapi. Jesus sjálvur elskaði at koma inn til fólk at halda eina máltíð, og tað er ofta rundan um borðið, at tey veruliga skilja, hvør hann er.

“Táið Hann so sat til borðs við teimum, tók Hann breyðið, signaði og breyt tað og gav teimum. Tá vórðu eygu teirra latin upp, og teir kendu Hann; men so hvarv Hann teimum úr sjón.Teir søgdu nú hvør við annan: “Brann ikki hjartað í okkum, táið Hann talaði við okkum á vegnum og læt okkum upp skriftirnar!”” Luk. 24:30-32

Sum Jesu eftirfylgjarar eru vit eisini biðin um at vera gestablíð, og at bjóða fólk til borðs.

“Gloymið ikki at vera gestablíð!” (Hebr. 13:2)

Við tiltakinum “Lívdin etur saman,” ætla vit at leggja lunnar undir, at vit í Lívdini bjóða hvørjum øðrum heim, og at vit uppá tann mátan koma at kennast uppá ein heilt øðrvísi máta, enn tá vit eru saman í samkomuhøpi.

Tú teknar teg sum gest ella vert og upplýsir, hvussu nógv tit eru, aldur á tær/tykkum, og nøgd av og aldur á børnum. Vertir muga eisini upplýsa, hvussu nógv fólk tey ynskja á gátt. Vit hava tó sett eitt lægsta mark. Hetta er fyri, at tað bæði fyri vertir og gestir ikki skal vera so sárbært, men at tað eru fleiri fólk, sum koma saman. Vit royna at skipa vitjanirnar soleiðis, at man kemur at kenna onkran nýggjan, ella í øllum førum onkran, sum man ikki vanliga er inni hjá.

Tað ber eisini til at tekna seg bæði sum vert og gest, og lata fyriskipararnar velja tað, sum riggar best.

Vertirnir rinda sjálvir fyri matin, og borðeiða við einum vanligum døgurða ella nátturða – soleiðis sum verturin ynskir tað.

Tiltakið er sett til fríggjadagin 29. apríl frá kl. 17.00 til 21.00 og vit vóna, at tit taka væl undir við tiltakiðnum

Tit fáa at vita hvar tit gista, ella hvønn tit fáa á gátt í vikuni upp undir tiltakið.