Loading Events
13.
mai.
Útvalt tiltak
kl. 20:00 - 22:00
Lívdin við Vegin Langa 11

Atgongumerki

Kór Lindakirkju er størsta og kendasta gospelkórið í Íslandi og hevur 55 limir.

Sum sæst av navninum er kórið fyrst og fremst høvuðskórið í Lindakirkjuni í Kópavági.

Kórleiðari er Óskar Einarsson, ið er kendasti gospeltónleikarin í Íslandi, og hevur hann stjørnað kórinum síðan 2010.

Skráin hjá kórinum fevnir víða – frá gomlu gospelsangunum til nýggjara gospeltónleikin hjá Andrea Crouch, Kirk Franklin o.fl. Serstakt er eisini, at Kór Lindakirkju framleiðir og framførir egið tilfar.

Kórið hevur longu útgivið egna fløgu “Með fögnuði”, ið kann hoyrast á Spotify and Youtube, saman við nýggjum upptøkum. Kór Lindakirkju, undir leiðslu av Óskar Einarsson gleða seg til høvið at syngja gospel fyri føroyingum, og vóna at síggja teg har.