Loading Events
03.
des.
Útvalt tiltak
kl. 17:00 - 18:30
Lívdin

FYRISKIPARI: Tórshavnar Manskór
ATGONGUMERKIR: atgongumerki.fo

Næsta ár eru 30 ár síðan Tórshavnar Manskór og Karlakór Reykjavíkur sungu saman fyrstu ferð, og í ár eru tíggju ár liðin, síðan kórini seinast høvdu konsert saman. Tí er tað ein forkunnug konsert, sum verður hildin í Lívdini í Hoyvík klokkan fimm seinnapartin leygardagin 3. desember.

Hetta er byrjanin uppá røðina við jólakonsertum, sum kórini í ár hava gjørt av at halda saman. Byrjað verður í Føroyum og fólk kunnu kunnu gleða seg, talan er um tvey roynd og góð kór, við góðum sínamillum sambandi. Konsertin er skipað soleiðis, at kórini syngja bæði saman og hvør sær, og tá tað hendir vera umleið 120 mans á pallium í Lívdini í senn.

Skráin er fjølbroytt, men er sjálvandi merkt av, at jólini standa fyri durum.

Bjarni Restorff stjórnar Tórshavnar Manskóri. Tað hevur hann gjørt síðan kórið varð stovnað í 1986. Friðrik S. Kristinsson stjórnar Karlakóri Reykjavíkur, og tað hevur hann gjørt síðan 1989. Karlakór Reykjavíkur varð stovnað í 1926 og nærkast tí teimum 100 árunum.