Loading Events
24.
apr.
Útvalt tiltak
kl. 12:00 - 13:00
Lívdin við Vegin Langa 11

Sísti sunnudagur í mánaðin er møti fyri øll ættarlið: Jesus og eg. Vit leggja okkum eftir at tað skal vera líka gott at vera 7 sum 77 har! Eingin sunnudagsskúli er tann dagin.

Á møtinum er góður tónleikur, kreativ innsløg og so hoyra vit eina søgu um ‘Jesus og eg’.

Í vár fara vit ígjøgnum sálmur 121. Í mars lærdu vit fyrstu tvey versini, og hesiferð læra vit tvey tey næstu.

“Ikki skal Hann lata fót tín aka; ikki skal Hann blunda, sum varðar teg! Nei, Hann blundar ikki og svevur ikki, Hann, sum varðar Ísrael!” (Sálmur 121:3-4)

Guttorm Joensen kemur at tala um hvussu Gud ikki gloymur okkum, og Nomi Johnsdóttir fortelur frá hvussu Jesus hevur veri hjá henni gjøgnum lívið. Magni á Lakjuni hevur eina sangframførslu. Eisini kemur professarin Klára Klókalið aftur at vitja okkum, og man hon ikki hava eitt spennandi eksperiment at vísa okkum?

Hjartaliga vælkomin.