Loading Events
19.
sep.
Útvalt tiltak
kl. 12:30 - 13:30
Lívdin við Vegin Langa 11

MØTI

Aftan á steðgin, og tá børnini eru farin uppá, byrjar møtið. Vit syngja og hoyra ena talu. Av og á er ein stuttur vitnisburður, eitt lítið prát ella ein sangframførsla. Vit ynskja, at okkara sunnudagsmøti skulu vera fyri øll, ung sum gomul.

Vit meta, at tað hevur stóran týdning at hava tíð til samveru, so táið møtið endar, hava vit ein drekkamunn, har øll eru vælkomin.

Verið hjartaliga vælkomin í Lívdina sunnudag.