
Hugnakvøld fyri foreldur
Lívdin við Vegin Langa 11
Hugnakvøld fyri foreldur
Mánakvøldið 8. Mars klokkan 20.00.
Góðu foreldur
Gud gav tykkum sexualitetin sum eina dýrabara gávu. Gud gav eisini børnum tykkara sexualitetin. Sexualiteturin frá Gudi til børn tykkara fer at vera ein kelda til bæði signing og gleði, um hendan gávan verður umsitin við ábyrgd.
Hvussu kunnu foreldur hjálpa til við hesum?
Tað eru nógvar kreftir, sum skunda undir børn tykkara til at taka vánaligar avgerðir á sexuella økinum. Longu frá yngstu árum verða børnini undirdíkt við niðurbrótandi og skeivum boðskapi um sexualitetin. Ígjøgnum tónleik sjónvarp, internet, prát við vinfólk, sexualundirvísing í skúlanum og framvegis. Úrslitið? Ein ørkymlandi vøkstur av leysasex, tannáringum, sum verða við barn, fosturtøkum, kynssjúkum, hjúnasilnaðum og oyðiløgdum lívum.
Vika Sex er nú um at verða liðin og hesa vikuna hevur felagskapurin Kyn verið runt á miðnámsskúlum í Føroyum og undirvíst okkara ungu. Nógv hevur somuleiðis verið at hoyrt um viku Sex í KVF hesa vikuna.
Vit ynskja at varpa ljós á týdningin av, at foreldur sjálvi taka ábyrgdina av at fortelja børnum sínum um sex. Tí ynskja vit at bjóða tykkum til eitt hugnaligt foreldrakvøld í Lívdini mánakvøldið 8. Mars klokkan 20.00. Umframt hugna og ein góðan drekkamunn kemur Jógvan Zachariasen at fortelja um veruleikan í dagsins samfelagi og hvat okkara børn og ung møta í samfelagnum, tá tað kemur til sex og kyn. Eisini verður ein framløga av nýggju bókarøðini “Guds ætlan við sex” og tit fáa møguleika at ogna tykkum bøkurnar. Sangluttøka verður eisini. Vit síggjast.