Loading Events
19.
apr.
Útvalt tiltak
kl. 19:30 - 20:30
Lívdin við Vegin Langa 11

Vælkomin í Lívdini týskvøldið 19/4 kl. 19:30 til felagskristilig gudstænasta.
Hetta er 16. árið at skipað verður fyri hesi gudstænastu.
Hesar kirkjur og samkomur eru umboðaðar: Lívdin‚ Katólska kirkjan, Fólkakirkjan, Adventkirkjan, City Church, Filadelfia, Frelsunarherurin, Oasan og Immanuel.
Kirkjurnar og samkomurnar eru felags um skránna við sangi og tónleiki, upplestri og talu.
Innsavnað verður til neyðstødd í Ukraina.
Øll eru hjartaliga vælkomin!