Loading Events
24.
jan.
Útvalt tiltak
kl. 9:00 - 9:05

Kom við og bið, har sum tú ert!

Set vekjaran at ringja mánadagar kl. 9, les Kol. 1:9-17, og bið eina stutta bøn. Eina bøn fyri teg og fyri okkum øll í Lívdini.

Vit mugu ásanna, at vit eru einki uttan Gud!

Eitt uppskot til eina bøn kann vera:

“Jesus, takk at tú ert her. Takk, at tú elskar meg og hoyrir, tá eg tosi við teg. Lær meg hvat tín vilji er. Gev mær tín vísdóm, so eg kann liva rætt. Fyll meg við tínum Anda, so at eg kann líkjast tær meira og meira. Lat tað síggjast í mínum lívi, at eg fylgi tær. Hjálp mær at vísa umsorgan og kærleika, og at vera tolin. Takk, at tað er tú, sum ger tað – ikki eg. Takk fyri at tú styrkir meg við tíni kraft. Amen.”

Tann sama bønin kann biðast fyri samkomuni. Být bara út orðið “eg” við “okkum”.